Sjálvvirkandi umsókn

Hvat er tað?

Kitt hevur ment eina nýggja skipan, har søkjandi nú fáa møguleika at gera eina "sjálvvirkandi umsókn".

Tað er sera tíðarkrevjandi at fyrst fylgja við tá nýggj leigumál koma út, og síðani at senda eina umsókn til hvørt leigumál, sum hóskar til tín. Við sjálvvirkandi umsókn sleppur tú undan hesum stríði.

Í stuttum virkar sjálvvirkandi umsókn á henda hádd:

  • Tú sum søkjandi útfyllir tíni ynskir á síðuni "Ynskir" undir "Mítt Kitt".
  • Tú setur flugubein við "Send sjálvvirkandi umsókn"
  • Tá nú ein útleigari setur sína ogn út á Kitt - og hendan ognin uppfyllir øll tíni ynskir - so verður tín sjálvvirkandi umsókn send til viðkomandi
  • Síðani kann útleigarin ringja ella senda tær eini boð gjøgnum Kitt, og harvið kanst tú sum søkjandi fáa eitt gott leigumál, akkurát eftir tínum ynskjum

Ofta spurdir spurningar til sjálvirkandi umsókn:

Er tað ókeypis?

Kitt ferð altíð at verða ókeypis at brúka - bæði fyri útleigara og søkjandi. Tað er eisini ókeypis at senda umsókn til útleigarar. Men "sjálvvirkandi umsóknin" er ein eyka tænasta, sum fylgir við SøkjandiPlusshaldinum. Við SøkjandiPluss fært tú ymiskar eyka tænastir. SøkjandiPluss kostar kr 59,- um mðr.

Kann eg velja at senda sjálvvirkandi umsókn til ymisk sløg av leigumáli (t.d. kamar og íbúð)?

Ja tað kanst tú. Ikki er neyðugt at fyrihalda seg til eitt slag - ella t.d. eitt stað í landinum.

Kann eg seta krøv til ognina?

Ja tað kanst tú. Tú kanst t.d. seta krav at leigumálið skal verða møblerað. So verður einans sjálvvirkandið umsókn send til leigumál sum eru møblerað.

Hevur tú fleiri spurningar, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum

An error has occurred. This application may no longer respond until reloaded. Reload 🗙