Kitt er tað, sum er millum leigara og útleigara á leigumarknaðinum. Millum hesar báðar partar hevur higartil ikki verið nakað bindilið, og fyri bæði ein útleigara og ein, sum leitar eftir leiguíbúð hevur hetta manglað á marknaðinum.
Kitt er millumliðið millum eigara og leigara.
Kitt hevur ein skipaðan hátt at leiga og leiga út
Kitt ger tað munandi meira einfalt
Har sum tað fyrr var tilvild, hepni og kovboymentalitetur, sum hevur verið stýrandi, er nú ein millumliður, ein brúgv – kittið millum báðar partar, so tað nú er ein skipaður, greiður og ikki minst gjøgnumskygdur háttur at leiga og at leiga út. Kitt er tað, tú brúkar at tetta hol og rivur, júst sum vit gera millum leigara og útleigara.
Útleiga tína ogn Finn eina ognÚtleigarin
Aldrin hevur verið so nemt og ómakaleyst at útleiga tín ogn sum nú.
Finn nemt og skjótt best hóskandi leigaran ímillum umsøkjararnir.
Slepp undan persónligari umrøðu og/ella SPAM.
Ókeypis er at lýsa á Kitt.fo
Kitt bjóðar eisini eyka tænastir
Søkjarin
Kitt.fo er ein nýmótans og vælgjørdur portalur, sum bjóðar eina góða leitiskipan og ger tað sera einfalt at senda umsóknir til áhugaverd leigumál.
Tú sært allar upplýsingar og treytir um ognina, við einari góðari leitiskipan.
Tað er skjótt og nemt at senda eina umsókn.
Tú kanst samskipa við útleigara gjøgnum Kitt.
Tú sært status um tína umsókn á "Boð".