Depositum

Hvat er tað?

Sambært § 5 í leigulógini, kann útleigari krevja depositum, svarandi til leigu fyri í mesta lagi 3 mánaðir. Leiguupphæddin verður ásett eftir avtalu millum útleigara og leigara.

Depositum er ein trygd fyri skyldum leigarans, tá hann flytur út úr leigaðu hølunum.

Útleigari kann krevja depositum afturhildið um: Leigari ikki letur tað leigaða aftur í sama standi, sum tað var í, tá flutt varð inn, burtursæð frá vanligum sliti og elli. Leigari skyldar leigugjald, ella Leigari á annan hátt kann lastast fyri, at útleigari hevur havt eitt fíggjarligt tap, orsakað av leiguni. Útleigarin hevur próvbyrðuna fyri, at hann hevur havt eitt slíkt tap.

Í tann mun, at útleigari krevur depositum skal hetta verða ásett í leigusáttmálanum, ið verður undirskrivaður av bæði leigara og útleigara.

Útleigari kann sostatt ikki eftirfylgjandi krevja at leigari skal rinda depositum.

Depositum verður at rinda inn á deponeringskontu í peningastovni, hetta fyri at tryggja, at hvørki leigari ella útleigari hava ræðisrættin yvir peninginum, so leingi leiguavtalan er galdandi.

Í mai 2013, varð broyting gjørd í leigulógini, soleiðis, at depositum framyvir skal rindast á deponeringskontu hjá útleigara. Útleigari rindar fyri at seta á stovn deponeringskontu. Tað er eisini útleigari, ið sambært § 5, stk. 3 í leigulógini hevur rentuágóðan av depositum í sambandi við, at leiguavtalan endar.

Kravið um deponeringskontu er galdandi fyri øll leigumál til bústað, tó undantikið leigumál, ið Føroya Bústaðafelag umsitur.

Kelda:
Logir.fo
Leigunevndin.fo

An error has occurred. This application may no longer respond until reloaded. Reload 🗙