Persóndátupolitikkur hjá Kitt

1. Inngangur

Endamálið hjá Kitt.fo er at veita søkjandi eina góða og nemma atgongd til allar leigubústaðir í Føroyum. Samstundis at veita útleigarum bestu fyritreytir, at skjótt og nemt finna best hóskandi leigaran til sína ogn. Vit taka viðgerð av tínum persónsdáta í størsta álvara. Vit viðgerða tínir persónsdátaupplýsingar eftir persónsdátulógini. Her kanst tú lesa um okkara persónsdátupolitik sum er galdandi tá tú brúkar www.kitt.fo

2. Soleiðis savna og viðgera vit upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu

Okkara heimasíða savnar sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, t.d. tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi. Vit kunnu eisini brúka tína IP-adressu til at, greina rák, spora hvussu tú brúkar heimasíðuna og til at savna yvirskipaðar demografiskar upplýsingar, sum vit brúka til at greina tørvin hjá vitjandi á heimasíðuni. Tá tú skrásetir teg sum brúkara á síðuni, savna vit upplýsingar sum tú upplýsir. Alt eftir hvat fyri brúkari tú ert, savna vit ymiskar upplýsingar. Niðanfyri er nágreinilig uppseting av hvat fyri upplýsingar vit innsavna og viðgerða. Hetta gera vit fyri at kunna veita ta tænastu sum vit bjóða.

Søkjandi
Um tú ert ein sum leitar eftir ogn, innsavna vit nakrir kravdir upplýsingar og nakrar ikki-kravdir upplýsingar. Kravdir upplýsingar fevna um navn og teldupost. Ikki-kravdir upplýsingar fevna um: Vangamynd, facebook url, húsarhald (vælmøguleikar: Maður/kona/familja/vinir/ynski ikki at upplýsa), inntøkugrundarlag (vælmøguleikar: Lesandi/Arbeiði/Eftirløn/Ikki í arbeiði/ ynski ikki at upplýsa), lívsstílur (vælmøguleikar: royking/húsdjór/bil), føðingardagur. Húski (Navn, aldur og hvat tilknýti tey hava til teg, td. Sonur / maki).

Útleigari
Um tú ert ein sum útleigar, innsavna vit somuleiðis nakrir kravdar og nakrir ikki-kravdir upplýsingar. Kravdir upplýsingar fevna um: Navn, teldupost og tlf nr. Ikki kravdir upplýsingar fevna um: Vangamynd, facebook URL.

Ogn
Tá útleigari ynskir at útleiga eina ogn, eru eisini nakrir kravdir og nakrir ikki-kravdir upplýsingar, sum útleigari skal upplýsa um sína ogn. Kravdir upplýsingar fevna um: Slag (hús/íbúð/tvíhús/frítíðarihús/høli), gólv vídd, tal av kømrum, stað (bygd/býur), leigutíðarskeið (undir 1 ár, millum 1-2 ár, yvir 2 ár), prísur, depositum, innflýting (dato/skjótast gjørligt), adressa og mynd/ir av ogn. Ikki kravdir upplýsingar fevna um: Hentleikar (privat parkering/royking loyvd/húsdjórloyvd/vinarligt hjá rørslutarnaðum)

Míni ynskir
Ein søkjandi kann melda seg til “míni ynskir”. Sostatt kann viðkomandi skráseta síni ynskir um ogn. Slag (hús/íbúð/tvíhús/frítíðarihús/høli), minsta tal av kømrum, stað (bygd/býur), maks prísur. Tað er neyðugt at vit savna og viðgerða omanfyrinevndu upplýsingar fyri, at vit kunna útinna tað tanastu vit bjóða.

2.1 Vit savna, viðgerða og goyma einans neyðug persónsdáta

Vit savna, viðgerða og goyma einans persónsdáta, sum hevur týdning í samand við, at røkka endamálinum við heimasíðuni ella nágreiniligum endamáli sum til dømis at gera ein sáttmála. Vit savna einans dáta sum tú upplýsir okkum við at útfylla á síðuni, sendir til okkara eftir umbøn frá okkum ella samskiftir við boðskipanini á síðuni. Vit savna, viðgerða og goyma persónsdáta eftir áleggingum av persónsdátulógini.

2.2 Møgulleiki fyri at kanna og broyta tínir upplýsingar

Tað er umráðandi, at tað dáta vit savna hvørki er skeift ella villeiðandi. Inni á kitt.fo hevur tú møguleika at kanna eftir, um tínir upplýsingar eru rættir. Eisini kanst tú broyta ella sletta hesir upplýsingar. Tú kanst tó ikki sletta ella broyta kravdir upplýsingar sum skapa grundarlag fyri tínum brúkara. Um tú ynskir at sletta brúkaran skalt tú skriva eini boð til okkara á teldupost kitt@kitt.fo.

2.3 Persónsupplýsingar frá sosialum miðlum

Tú hevur møguleikan at rita inn umvegis Facebook. Gert tú tað, fáa vit upplýsingar sum til dømis navn og vangamynd. Tað er ikki neyðugt at nýta hesa tænastu fyri at nýta Kitt. Tú kanst eisini stovna brúkara við at upplýsa teldupost tín á síðuni.

2.4 Vit umbiða títt samtykki, áðrenn vit viðgerða títt persónsdáta

Áðrenn vit savna títt persónsdáta, skula vit hava samtykki frá tær. Vit savna og viðgerða einans persónsdáta fyri, at røkka endamálinum, sum er lýst omanfyri.
Samtykki er vælfrítt og tú kanst til eina og hvørja tíð trekkja samtykki aftur, við at skriva til okkara á kitt@kitt.fo.
Um vit ynskja at brúka tínir persónsupplýsingar til annað endamál enn tað sum varð avtala framanundan, verður tú kunnaður um hetta og biðin um at samtykkja áðrenn vit kunna viðgerða hetta dáta.

2.5 Vit geva ikki persóndáta víðari, uttan títt samtykki

Tað dáta tú upplýsir á tínum vanga verður sjónlig hjá útlegiara av tí ogn tú hevur víst áhuga fyri (sent umsókn). Hetta er grundarlagi fyri síðuni, og soleiðis kann ein útleigari velja teg sum leigara og kann kontakta teg.

Um vit skuldu víðarigivið títt persónsdáta til samstarvsfelagar ella aðrar aktørar, sum til dømis marknaðarføring, savna vit samtykki frá tær og upplýsa hvat dáta verður brúkt til.
Vit biða tó ikki um títt samtykki um vit eru lógbundin, at geva persónsdáta til mynduleika í samand við rættarmál.

3. Samtykki

Talan er um ymiskt samtykki, alt eftir hvat fyri ein brúkari tú ert.
Tá tú samtykkir handilstreytir, samtykkir tú tær grundleggjandi fyritreytir sum skula til, fyri at tín brúkari kann virka. Hetta umfatar:

  • Teldupost til faktura av gjaldi
  • Teldupost til at vátta avtalur
  • Teldupost til at skifta loyniorð
  • Teldupost til útleigara til at áminna um neyðuga kunning (til dømis um ognin hjá útleigara liggur leingi úti og illgruni er um, at ognin longu er útleigað)
  • Annan teldupost, sum er neyðugur fyri, at tú kanst halda fram við at brúka tín brúkara.

  • Harumframt góðtekur tú at:
  • Útleigari kann ringja/skriva til umsøkjara
  • Kitt gjøgnumgongur upplýsingar um eina ogn, aðrenn hon verður løgd út á kitt.fo. Um Kitt hevur illgrunað um villir ella um at ognin er følsk, kunna vit kontakta útleigaran ella sletta ognina.

  • Um tú ynskir at taka samtykki um handilstreytirnar aftur, uppsigur tú avtaluna ímillum teg og Kitt. Hervið má brúkarin slettast. Hetta kann gerast við at skriva til kitt@kitt.fo. Hereftir fært tú ikki møgulleika at brúka Kitt framyvir.

    Tú kanst velja at tín brúkara automatiskt sendir umsókn til ognir sum koma út, sum passa til tíni ynskir. Um tú ikki ynskir hesa tænastu skal tú avmelda teg hesa tænastu. Tú kanst velja at fáa teldupost, tá ognir koma út, sum passa til tíni ynskir. Um tú ikki ynskir hetta, skal tú ikki melda teg til hesa tænastu. Tú kanst velja at fáa tíðandibræv. Her senda vit kunning um ymiskt, til dømis tíðindi innan bústaðarmarknaðin í Føroyum. Um tú ikki ynskir hetta, skalt tú ikki nýta hesa tænastu.

    4. Cookies

    Um vit seta cookies, verður tú kunnað/ur um hvat vit brúka tær til og endamáli við at savna dáta umvegis cookies. Áðrenn vit innføra cookies á tína tøkni, verður tú biðin um at samtykkja tær. Tú kanst samtykkja allar ella kravdar cookies.

    5. Endamál

    Endamálini við viðgerð av persóndáta eru hesi:
    Fremja eina eydnusama leiting av ogn.

  • Stovna vanga fyri at tann søkjandi kan framstanda klárt, tíðuligt og so gott sum gjørligt.
  • Seta seg á ein Lista soleiðis at tann søkjandi kann fáa best lýkindi at fáa røtt og skjót tilboð um leigumál
  • Fremja eina eydnusama útleigan av ogn.
  • Stovna og upplýsa neyðug upplýsingar um ognina.
  • Atgongd til Listan av søkjandi, fyri at finna skjótari fram til best hóskandi leigara
  • Bjóða tænastu í samband við útleigan og leitan.
  • Ráð og vegleiðing í samband við ávísar leitingar / útleigingar
  • Upplýsingar um leigumarknaðin, lóggávu osfv.
  • Gera leigusáttmála
  • 6. Profilering

    Við at stovna ein brúkara sum søkjandi á kitt, avgerð tú sjálv/ur hvørjar ikki-kravdir upplýsingar tú upplýsir.
    Tað eru tveir hattir tú kanst koma ísamband við ein útleigara. Manuel profilering er tá ein útleigari skal velja ímillum tey sum hava víst áhuga í hansara ogn. Automatisk profilering er millum annað tá ein søkjandi velur ta funku, at umsókn verður send sjálvvirkandi til eina ogn sum passar til tey ynski tann søkjandi hevur tøppað inn. Her velur tann søkjandi hvat fyri slag av ogn, stað, sødd og kostnaðarstøði hóskar sær best. Herfrá verður søkjandi “matchaður” við ein útleigara sum hevur eina ogn, sum hóskar til hesi ynskir.
    Kitt tillutar sær rætt at burturvísa brúkara, ið vit meta ber ósømiligan atburð, so sum at gera mismun.

    7. Trygd

    Fyri at verja teg ímóti at óvikomandi hava atgongd til tínar persónsupplýsingar, hava vit ment eina serstaka undirsíðu til okkara stavsfólk. Henda síðan ger, at starvsfólk hjá Kitt einans fáa upplýst relevantar upplýsingar. Hetta minkar um vandan, at upplýsingar koman óvikomandi og óneyðuga nógvum í hendi.
    Vit hava skipaðar mannagongdir um hvussu vit skula handfara títt dáta. Millum annað hava vit eina mannagongd um skriviborðseftirlit.

    7.1 Vernd av tínum persónupplýsingum

    Atgongd til tínar persónsupplýsingar er avmarkað til bert at fevna um starvsfólk, sum í sambandi við ítøkiligar starvsuppgávur hava tørv á hesum. Øll starvsfólk fáa undirvísing í kunningartrygd og viðgerð av persónsupplýsingum, so tey skilja týdningin av, at persónsupplýsingar verða vardar.

    8. Samstarvsfelagir

    Vit senda einans upplýingar til okkara samstarvsfelagir, um tú hevur givið samtykt til hetta, ella um tað er ein samstarvsfelagið sum er grundleggjandi neyðugur fyri, at vit kunna virka sum fyritøka.

    8.1 Dátuviðgerar hjá Kitt

    Fyri at kunna veita bestu tænastu til tín, nýta vit fylgjandi dátuviðgerar sum fylgja GDPR reglunum.

  • Google Analytics
  • Meta Platforms, Inc.
  • LinkedIn
  • Azure Pipelines
  • Azure Boards
  • Azure Pepos
  • Azure Web Service
  • 8.2 Servari

    Vit nýta Microsoft SQL Server til at goyma dáta inni á. Microsoft hevur vátta, at halda seg innanfyri GDPR reglugerðirnar.

    9. Triðjalond

    Vit senda ikki persónsdáta til nakað triðjaland.

    10. Striking

    Vit goyma tínar persónsupplýsingar so leingi tað er neyðugt fyri, at røkka endamálunum, at halda sáttmálar, ella so leingi sum kundasambandið ella samstarvið er virkið.

    Rættur at blíva gloymd/ur. Tú kanst byrja eina tilgongd har tín brúkari verður strikaður. Um tú ikki hevur hald, kunna vit byrja strikanartilgongdina beinavegin. Henda tilgongd kann taka upp til 30 dagar.

    Kitt slettar persónsupplýsingar tá tær ikki longur eru neyðugar fyri viðgerðina. Hetta verður gjørt eftir §28 í dátuvernadarlógini.

    11. Tíni rættindi

    Rætturin til innlit
    Tú kanst fáa innlit í tær persónsupplýsingar, sum vit hava skrásett, hvørjar upplýsingar talan er um, hvaðani tær koma, hvat vit brúka tær til, hvussu leingi tær verða goymdar, um vit lata tær víðari – og í tí føri til hvønn - og hvørjar trygdarfyriskipanir eru settar í verk. Tín rættur til innlit kann vera avmarkaður við lóg, ella í tann mun títt innlit í ávísar upplýsingar hevði gjørt seg inn á rættindi hjá øðrum.

    Rætturin til átalu
    Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan er heimilað, hevur hon við sær, at viðgerðin av upplýsingunum verður steðgað.

    Noktan av beinleiðis marknaðarføring
    Tú kanst nokta okkum at brúka tínar persónsupplýsingar til beinleiðis marknaðarføring.

    Rætting ella strikan av upplýsingum
    Um tær upplýsingar sum vit viðgera eru skeivar, ófullkomnar ella óviðkomandi, hevur tú, við teimum avmarkingum, sum eru í galdandi lóggávu, rætt til at krevja, at vit rætta ella strika upplýsingarnar.

    Afturtøka av samtykki
    Tú kanst taka eitt samtykki aftur, sum tú hevur latið okkum. Um tú afturkallar eitt samtykki, kann tað hava við sær, at vit ikki hareftir eru før fyri at bjóða tær ávísar tænastur ella veitingar. Tá ið tú tekur eitt samtykki aftur, verður viðgerðin av viðkomandi upplýsingum steðgað.

    12. Samband og kæra

    Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, ella um hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar.


    Teldupostur: kitt@kitt.fo

    Tú kanst eisini lata Dátueftirlitinum klagu á dat@dat.fo

    Kitt toymi

    Januar 2020

    Dagført desembur 2021

    An error has occurred. This application may no longer respond until reloaded. Reload 🗙