Handilstreytir fyri at nýta Kitt

1. Inngangur

Vælkomin á Kitt.fo. Endamál okkara er, at gera tað einfalt og lætt hjá útleigarum at finna ein leigara og hjá søkjandi, at finna eitt leigumál Kitt verður nýtt av:
• Útleigarum, persónum ella fyritøkum, sum útleiga eina ella fleiri ognir.
• Søkjandi, persónar ella fyritøkur, sum leita eftir leigumáli.
Vit dagføra javnan mannagongdir og handilsstreytir undir hesum persóndátupolitikki cookies.

1.1 Brúksrættur

Upplýsingarnir tú ritar inn við, eru persónligir og skula ikki koma øðrum í hendi, lánast ella seljast til onnur. Tað er ikki loyvt, at geva øðrum upplýsingar sum tú hevur atgongd til á tínum innritaða brúkara, til dømis upplýsingar um søkjandi ella útleigara. Fyri at stovna brúkara á Kitt skalt tú hava fylt 18 ár. Brot á brúkstreytir kann enda við burturvísing frá kitt.fo uttan endurgjald.

1.2 Innanhýsis samskifti

Útleigarir og søkjandi kunna ókepyis samskifta umvegis boðskipannina um eina ávísa ogn. Hetta samskifti skal ikki hava í sær tilboð ella krøv um aðrar tænastur ella vørur.

1.3 Savnan, goymsla og strikan av persóndáta

Les meiri um, hvussu vit viðgera títt persóndáta á undirsíðuni Persóndátupolitikkur.

1.4 Samtykki og reglur

Les meiri um samtykki á undirsíðuni Persóndátupolitikkur. Her kanst tú lesa um reglur viðvíkjandi at melda til og melda av teldupost.

2. Søkjandi

2.1 Yvirskipaðar treytir fyri søkjandi

Sum søkjandi kanst tú gera ein vanga sum einans verður vístur fyri útleigarum av ognum, sum tú vísir áhuga fyri. Tú kanst altíð broyta upplýsingarnar á tínum vanga. Við Kitt Pluss+, kunna útleigarar við ognum sum passa til tíni ynskir, síggja tín venga og kontakta teg beinleiðis. Harafturat kanst tú velja at fáa teldupost hvørjaferð ein ogn kemur út, sum passar til tíni ynskir.
Tá tú gert ein brúkara á Kitt, koma undirsíður sum kunna finnast á Google og øðrum søkimaskinum, sum kunna finna upplýsingar um teg.

2.2 Gjald og hald

Tá tú hevur eitt hald hjá Kitt, verður tú trektur eina upphædd fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tú skalt sjálv/ur avmelda hetta hald fyri at steðga gjaldingini.
Goldið verður gjørt umvegis alnótina. Teir gjaldsupplýsingar tú gevur, verða einans givnir til gjaldsveitaran hjá Kitt. Sostatt hevur Kitt ikki hesar upplýsingar. Um vit ikki fáa trekt pening av kortinum, til dømis um gjaldskortið gongur út ella verður sperra, muga vit steðga tínum haldi.
Tú sært eitt yvirlit yvir títt hald á síðuni. Tú kanst til eina og hvørja tíð steðga ella uppsiga haldi hjá Kitt og tað er eingin binding. Tú fært kvittan á teldupost tá tú meldar teg til og avmeldar eitt Hald.
Kitt kann, við at boða frá minst ein mánaða aðrenn, broyta innihald og kostnaðin á einum haldið.

2.3 Brúksrættur

Innritannar upplýsingar eru persónligir og skula ikki koma øðrum í hendi. Ein brúkari sum hevur hald fær betri atgongd og er meiri sjónligur. Ein hevur einans loyvi at søkja eftir leigumáli til sín og sítt húski. Ert tú ein fyritøka, kanst tú søkja vegan tíni fyritøku. Tað er ikki loyvt, at søkja vegna onnur ella geva tínir innritannarupplýsingar til onnur.

2.4 Iðrannarrættur

Eftir at tú hevur tekna haldi, hevur tú 7 dagar iðrannarrætt sum einans er galdandi, um tú ikki hevur nýtt tænastuna.

3. Útleigari

3.1 Yvirskipaðar treytir fyri útleigara

Vit á Kitt lesa og góðkenna øll leigumál ígjøgnum, áðrenn tey verða gjørd almen á Kitt. Við at stovna eitt leigumál á Kitt, gevur tú okkum samstundis loyvi, at lesa upplýsingarnar ígjøgnum. Harafturat kunna vit broyta skeivir ella óynsktir upplýsingar og kontakta teg viðvíkjandi spurningum.
Tá tú stovnar eitt leigumál á Kitt, skalt tú upplýsa okkum adressuna á leigumálinum. Harafturat skalt tú upplýsa títt fulla Navn, adressu, tlf nummar og teldupost. Um hesir upplýsingar ikki eru okkum í hendi, kunna vit ikki góðtaka stovnanina av leigumálinum.
Vit loyva ikki, at ein útleigari upplýsir sínir samskiftisupplýsingar á lýsingina, til dømis tlf nummar, teldupost ella líknandi. Hesir upplýsingar verða strikaðir áðrenn vit góðkenna lýsingina.
Tá tú stovnar eitt leigumál á Kitt, skal hetta tilhoyra eitt einkult leigumál. Tað er ikki loyvt at stovna eina lýsing sum er til fleiri leigumál. Eitt leigumál skal vanligvís minimum útleigast í ein heilan mánað.
Tað er ikki loyvt at seta eina ogn til leigu, har ætlanin er at finna ein keypara til ognina.
Kitt átekur sær rættin, at burturvísa ella sletta eina lýsing, uttan at útleigarin verður kunnaður um hetta. Sum útgangspunkt kontakta vit útleigaran áðrenn vit gera hetta.
Tað er umráandi at útleigari setur leigumáli sum útleigað, tá leigari er funnin. Tá leigumáli er merkt sum útleigað, er ikki gjørligt hjá søkjandi, at senda fleiri umsóknir til leigumáli. Samstundis verða tey sum hava víst áhuga boða frá, at leigumáli er útleigað.
Lýsingarnar fyri eitt leigumál verður goymt í 5 ár. Hereftir verða tær slettaðar. Tú kanst altíð stovna leigumálið av nýggjum. 30 dagar eftir at tú hevur merkt eitt leigumál sum útleigað, verða umsóknirnar og listan av áhugaðum slettaðar.
Um eitt leigumál ikki verður sett til leigu (av útleigara) ein mána eftir fyrsta innflytingardag, fært tú ein fyrispurning um leigumáið er útleigað. Her skalt tú svarað ja ella nei. Um tú ikki svara hesum innan eina viku, verður leigumálið sett sum útleigað. Um tú svarar ja, verður leigumáli sett sum útleigað. Um tú svarar nei, fært tú aftur eina áminning eftir einum mánað.
Tá tú gert ein brúkara á Kitt, koma undirsíður sum kunna finnast á Google og øðrum søkimaskinum, sum kunna finna upplýsingar um tína ogn, til dømis myndir av tíni ogn.

3.3 Brúksrættur og treytir hjá útleigara

Innritannar upplýsingar eru persónligir og skula einans brúkast til at útleiga leigumál sum tú umsitur.
Tá tú stovnar eitt leigumál á Kitt hevur tú ábyrgd av at dagføra upplýsingarnir. Her undir at seta leigumálið sum útleiga, tá leigari er funnin, ella um leigumálið ikki longur er til leigu.
Tá tú góðtekur reglur og treytir góðtekur tú, at vit brúka ella vísa til títt leigumál í marknaðarføring.
Samskifti við søkjandi skal snúgva seg um ávísa leigumálið. Tað er ikki loyvi at brúka Kitt til at flyta ella fáa kundar til aðra tænastur, til dømis heimasíður.

3.4 Mismunur og stoytandi atburður

Kitt tillutar sær rætt at burturvísa brúkara, ið vit meta ber ósømiligan atburð, so sum at gera mismun Stoytandi atburður á Kitt viðførir burturvísing.

3.5 Lýsingarsamstarv

Tá tú stovnar lýsing á Kitt, góðtekur tú, at lýsingin verður víst og lýst aðrastaðni. Hetta er fyri at tryggja eina skjóta og úrslitagóða útleigan av tíni ognini. Tínir samskiftisupplýsingar verða ikki víðarigivnir.
Kitt hevur lýsingarsamstav við Google, Facebook og Linkedin.

4. Persóndátupolitikkur

Tá tú brúkar Kitt góðtekur tú, at tínir persónsupplýsingar verða viðgjørdir eftir okkara persónsdátapolitikki sum kann lesast finnast á Kitt.fo.

Kitt toymi
Desembur 2020
Dagført desembur 2021

An error has occurred. This application may no longer respond until reloaded. Reload 🗙